TAKS tekur støðu í næstum

TAKS tekur støðu í næstum
TAKS er liðugt at heinta tilfar inn í skattamálinum hjá Eik, og fer tí í næstum at taka støðu í málinum.
 
09.08.2016 - 09:55

Tað er nú meir enn eitt hálvt ár síðan, at TAKS tók málið upp, hvørt Eik hevði rætt til at draga eina hálva milliard krónur frá í skatti fyri tap, sum vóru staðfest í sambandi við yvirtøkuna av gamla Eik. 

Upprunaliga gav TAKS bankanum loyvi til frádráttin, men málið varð tikið upp til nýggja viðgerð í ár, tá tað millum annað kom fram, at grannskoðararnir hjá bankanum, KPMG og Spekt, IKKI hildu bankan hava rætt til frádráttin. 

Hjá TAKS siga tey við Kringvarpið í dag, at tey nú halda seg vera liðug við at heinta tilfar inn í málinum og endalig avgerð verður tikin í næstum, siga tey á TAKS.

Eik hevur kært Miðlahúsið til Fjølmiðlanevndina fyri umrøðuna av málinum. Eisini hevur bankin sent eina kæru til Kringvarpið, har kært verður um sendingina "skattamálið", sum var send í vár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328