Grønlendingar vænta avlop á fíggjarlógini

Grønlendingar vænta avlop á fíggjarlógini
Hóast avlop, skal almenna nýtslan ikki vaksa, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum
Randi Vestergaard Evaldsen er landsstýriskvinna í fíggjarmálum í Grønlandi
Mynd: KNR  
 
11.08.2016 - 08:15

Grønlendska landsstýrið væntar at fáa 33 milliónir krónur í avlopi á fíggjarlógini næsta ár.

Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2017 varð lagt fram í gjár.

Tað er fyrstu ferð seinastu fimm árini, at avlop er á grønlendsku fíggjarlógini. 

Nýtslan skal ikki vaksa

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Randi Vestergaard Evaldsen, segði á tíðindafundi í Nuuk í gjár, at hóast peningur verður til avlops, skal almenna nýtslan ikki vaksa.

Tó hevur landsstýrið sett 40 milliónir krónur av, sum skulu nýtast at samráðast við hinar flokkarnar í landstinginum  átøk, ið kunnu skapa vøkstur í samfelagnum, sigur Randi Vestergaard Evaldsen.

Góður fiskaprísur

Høvuðsorsøkin til, at landsstýrið væntar avlop á fíggjarlógini næsta er, at prísurin á rækjum og svartkalva er hækkaður á heimsmarknaðinum. 

Tað hevur eisini bøtt um búskaparligu støðuna í Grønlandi, at inflasjónin er minkað, serliga tí oljuprísurin er lækkaður.

Grønlendska landsstýrið ætlar eisini at lækka partafelagsskattin í 2018. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329