Løgtingið bíðar eftir vinnunevndini

Løgtingið bíðar eftir vinnunevndini
Tingfundurin varð niðurlagdur um hálvgum tvey tíðina, og verður tikin uppaftur klokkan 16
 
12.08.2016 - 14:51

Tað gongur striltið at fáa semju um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at skerja fiskidagarnar 30 prosent, og síðan luta 15 prosent útaftur til teirra, sum brúka sínar fiskidagar. 

Formaðurin í vinnunevndin hevur roynt at fáa í lag eina breiða semju um uppskotið, men tað ber eftir øllum at døma ikki á mál, tí andstøðan mælir frá at skerja fiskidagarnar.

Tað vísir seg eisini at vera trupult at finna undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum hjá landsstýrinum, tí Javnaðarflokkurin hellir meira til andstøðuuppskotið um ikki at skerja dagarnar, men Tjóðveldi tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum.

Løgtingið bíðar framvegis eftir álitinum frá vinnunevndini. Tingfundurin varð niðurlagdur um hálvgum tvey tíðina, og løgtingsformaðurin boðaði frá, at hann verður tikin uppaftur klokkan 16.

Málið fiskidagarnar skal hava aðru viðgerð í tinginum mánadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210