Sirið-málið fær avleiðingar fyri starvsfólk

Sirið-málið fær avleiðingar fyri starvsfólk
Mistakið um góðkenningina av Tórshavnar Havn fær nú starvsrættarligar avleiðingar
 
13.08.2016 - 16:19

Innleiðandi stig eru tikin at loysa Anni á Hædd, deildarleiðara í Heilsu- og Innlendismálaráðnum úr starvi.

Stigið er tikið í kjalarvørrinum á gøluni um, at Tórshavnar kommuna av misgáum skal hava fingið loyvið frá aðalráðnum til stóru og umstríddu havnarútbyggingina.

Fulltrúin, sum einsamallur undirskrivaði loyvið, hevur Anni á Hædd sum leiðara, og tí hevur hon fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

Hetta váttað fleiri keldur fyri Kringvarpinum. 

Sambært Sirið Stenberg hósdagin hevði hon viljað, at málið bleiv kannað betur, áðrenn ein møgulig góðkenning av útbyggingini av Tórshavnar Havn varð send til Tórshavnar kommunu. Tí var tað eitt mistak, tá góðkenningin av útbyggingini var send til Tórshavnar kommunu 30. juni 2016.

Men sambært Akseli V. Johannesen, løgmanni, var Sirið Stenberg ikki var serliga greið í sínum almenna samskifti hósdagin.

Sambært løgmanni var ongin ivi um, at Sirið Stenberg ætlaði at fylgja tilmælinum frá sínari umsiting at geva Tórshavnar kommunu góðkenning at fara undir útbyggingina.

Men hóast mistakið í Heilsu- og Innlendismálaráðnum sambært løgmanni var so lítið, kemur tað eftir ætlan at døma at kosta Anni á Hædd, deildarleiðara, starvið.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025