Uppskotini skulu vera inni í morgin

bannari
Uppskotini skulu vera inni í morgin
Formaðurin í bygginevndini hjá Glasi hevur góðar vónir um, at tað eydnast teimum, sum bjóða seg fram at hita skúladepilin, at semjast um eina loysn
Landsverk, SEV, Umhvørvisstovan og Fjarhitafelagið skulu á middegi í morgin lata Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, eitt uppskot um, hvussu málið um hitan hjá Glasi kann loysast
 
07.09.2016 - 13:40

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum er ikki liðug við málið enn, so haðani kemur einki álit á tingfundin í dag.

Landsverk, SEV, Umhvørvisstovan og Fjarhitafelagið skulu á middegi í morgin lata Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, eitt uppskot um, hvussu málið um hitan hjá Glasi kann loysast.

SÍ EISINI Kunnaðu ikki Løgtingið

Bogi Bech Jensen, rektari og formaður í bygginevndini, hevur góðar vónir um, at til ber at finna eina felags loysn, sum breið semja er um. Hann tosaði fyrst við hvønn partin sær, og í gjár var felagsfundur.

Tað var í síðstu viku, at Rigmor Dam gav pørtunum, sum bjóða seg fram at veita Glasi hita, eina viku til at koma við einum uppskoti um loysn. Freistin, partarnir fingu, er til á middegi í morgin, hósdagin.

SÍ EISINI Eina viku at finna orkuloysn

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum viðger enn lógaruppskotið hjá Rigmor Dam um at játta Glasi 13,4 milliónir krónur til jarðhita. Men tá uppskotið kom í tingið, gjørdi Fjarhitafelagið vart við, at tað kann binda í Glasir fyri einki.

Íløgan er tí null krónur. Fíggjarnevndin er ikki liðug við viðgerðina, sigur Ruth Vang, forkvinna. Og fundur verður ikki aftur fyrr enn fyrst í næstu viku.

Í morgin og fríggjadagin skulu teir fýra nevndarlimirnir hjá samgonguni fundast saman við landsstýrinum um fíggjarlógina fyri 2017. Rigmor Dam er burturstødd til mánadagin.

SÍ EISINI Trupult at velja jarðhita fram um fjarhita

Tí hendir neyvan nakað avgerandi í hitamálinum hjá Glasi í hesari vikuni, annað enn, at uppskotið ella úrslitið hjá teimum, sum bjóða seg fram at veita Glasi hita, verður handað á middegi í morgin.

Á fundinum í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í gjár mælti smápartafelagið VITorka til at brúka vindorku. VITorka sigur, at jarðhiti fer at krevja, at Sundsverkið brennir meira olju, tí jarðhiti brúkar streym.

Fjarhitin er alt annað enn grøn loysn. Ógvuliga stórt orkutap er í rørunum, sigur VITorka. Niðurstøðan hjá VITorku er, at mest upplagda loysnin er at brúka yvirskotsorkuna frá vindorku beinleiðis til at hita Glasir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688