Nú sleppa øll at síggja borðið

Nú sleppa øll at síggja borðið
Tórshavnar kommuna bjóðar nú áhugaðum í móttøkuhúsið í Tróndargøtu eftir nógvu umrøðuna, eitt fundarborð fyri 356.250 krónur hevur fingið
Soleiðis sær fundarborðið, sum Tórshavnar kommuna hevur keypt fyri 356.250 krónur, út. Móttøkuhúsið í Tróndargøtu verður um vikuskiftið opið fyri almenninginum
Mynd: KvF  
 
08.09.2016 - 11:32

Vilt tú vita, hvussu nógv umrødda fundarborðið, ið Tórshavnar kommuna hevur keypt fyri 356.250 krónur, sær út, so fært tú nú høvið.

Opið hús verður í móttøkuhúsinum í Tróndargøtu, hevur Tórshavnar kommuna gjørt av. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni, torshavn.fo

Orsøkin til, at kommunan nú letur dyrnar í móttøkuhúsinum upp, er nógva umrøðan, ið fundarborðið hevur fingið í almenna rúminum síðstu dagarnar.

Móttøkuhúsið hjá kommununi í Tróndargøtu verður opið nú leygardagin og sunnudagin. Báðar dagar klokkan 16-18, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817