Havnin ongan borgarstjóra í løtuni

Havnin ongan borgarstjóra í løtuni
Eingin varaborgarstjóri er í Havn næstu tríggjar vikurnar, hóast høvuðsstaðurin hevur tveir varaborgarstjórar, nú borgarstjórin er burturstaddur
Hóast tveir varaborgarstjórar eru í Tórshavnar býráð, verður eingin borgarstjóri í kommununi næstu tríggjar vikurnar, nú borgarstjórin er uttanlands
 
14.09.2016 - 16:07

Hóast tveir varaborgarstjórar eru í Tórshavnar býráð, verður eingin borgarstjóri í kommununi næstu tríggjar vikurnar, meðan Heðin Mortensen er burturstaddur.

Hann hevur sent samgonguumboðunum í býráðnum eitt bræv, har hann boðar frá, at hann er burturstaddur í almennum arbeiðsørindum. Talan er ikki um feriu ella farloyvi, skrivar Heðin Mortensen til samgongufelagar sínar, sambært in.fo.

Heðin Mortensen skrivar, at meðan hann er burtur, røkir stjórnin í kommununi vanligar dagligar uppgávur, men tað politiska liggur hjá einstøku formonnunum í nevndunum.

Burturstaddur á ST-aðalfundi

- Hesi viðurskifti gera, at eingin er í mínum staði, til eg komi aftur, skrivar Heðin Mortensen í brævinum til samgongulimirnar í býráðnum.

Hinvegin sigur hann seg vera tøkan á telefon, sms og teldposti alt samdøgrið tær tríggjar vikurnar, hann umboðar Løgtingið á ST-aðalfundi í New York.

Jógvan Arge í Tjóðveldi, sum er í andstøðu, er fyrsti varaborgarstjóri. Elin Lindenskov í Javnaðarflokkinum, sum er í samgongu, er annar varaborgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776