Vil vita, hví tilmælið ikki varð fylgt

Vil vita, hví tilmælið ikki varð fylgt
Løgtingsmaður vil nú hava landsstyiriskvinnuna í innlendismálum at svara uppá, hví tilmælið um útbyggingina á Skansanum varð skúgvað til viks
Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, spyr nú landsstýriskvinnuna, hví landsstýriskvinnan ikki lurtaði eftir tilmælinum frá Býarskipanarnevnd Landsins um stóru havnaútbyggingina hjá Tórshavnar kommunu
 
20.09.2016 - 10:49

Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, spyr Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, hví landsstýriskvinnan ikki lurtaði eftir tilmælinum frá Býarskipanarnevnd Landsins um stóru havnaútbyggingina hjá Tórshavnar kommunu.

Løgtingslimurin hjá Miðflokkinum vil eisini hava landsstýriskvinnuna, Sirið Stenberg, at svara uppá:

● Hvørji atlit landsstýriskvinnan tók, tá hon valdi ikki at fylgja tilmælinum

● Um Heðin Mortensen hevur lagt trýst á landsstýriskvinnuna

● Um samgongusamstarvið varð nevnt í samskiftinum millum landsstýriskvinnuna og Heðin Mortensen og møgulig onnur í samgonguni

● Og um avtalur um onnur politisk mál vórðu gjørdar í sambandi við avgreiðsluna av hesum máli

Býarskipanarnevnd Landsins, sum er fakmyndugleikin og serfrøðin á økinum, mælti frá við teirri grundgeving, at havnin hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, sigur Bill Justinussen.

SÍ EISINI Havnarútbygging fer í gongd

- Har eru, har ferðsluviðurskiftini eru betri, og har tað slepst undan ampa av ferðslu, óljóði og øðrum. Tað undrar mong, at landsstýriskvinnan ikki fylgir tilmælinum frá Býarskipanarnevndini, sigur Bill Justinussen.

- Havandi veiku samgonguna í huga, har millum annað borgarstjórin í Tórshavnar kommunu er 17. maður, er skjótt at hugsa, at landsstýriskvinnan hevur vrakað óheftu serfrøðina og tikið politiska avgerð fyri at tryggja støðufesti í samgonguni.

Munnligi fyrispurningar er í Løgtinginum í morgin. Tingfundurin verður settur mikudagin klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987