Kuba áhuga fyri føroyskum fiski

Kuba áhuga fyri føroyskum fiski
Kubanar vilja keypa fisk beinleiðis úr Føroyum, og teir fara eisini at kanna, um føroysk skip kunnu fiska kubansku kvotuna á Flemish Cap
 
03.10.2016 - 10:45

Tað fekk Magni Arge, fólkatingsmaður, at vita, tá hann hevði fund við kubanska fiskimálaráðið. Magni Arge var við í ferðini hjá uttanríkisnevndini hjá Fólkatinginum, ið hevur verið í Kuba.

Kubanski sendiharrin í Danmark var herfyri í Føroyum og hitti tá landsstýrismenninar Høgna Hoydal og Poul Michelsen, og tað var helst orsøkin til, at Magni Arge varð boðin á serligan fund við deildirnar í kubanska fiskimálaráðnum, ið umsita allan innflutning av fiski og aling.

Kuba keypir eitt nú laks og saltfisk úr Føroyum, men hann verður keyptur gjøgnum spanskar, portugisiskar og kinesiskar fyritøkur, kom fram á fundinum.

Vilja tosa við føroyskar útflytarar

Kubanar vilja hava samband við føroyskar útflytarar, so farast kann undir beinleiðis innflutning úr Føroyum, sigur Magni Arge. Marknaðurin, teir hugsa um, er í fyrsta lagi fiskur til vaksandi ferðavinnumarknaðin, ið setur stór krøv.

Marknaðurin veksur skjótt, tí ferðavinnan er í stórum vøkstri. Kuba eigur eisini eina toskakvotu við Flemish Cap, sum portugisar hava fiskað seinastu árini.

Á fundinum við Magna Arge kom fram, at kubanar vilja kanna, um føroyingar kunnu bjóða seg fram at fiska kvotuna á Flemish Cap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025