CT-hjartaskanningar skulu gerast í Føroyum

CT-hjartaskanningar skulu gerast í Føroyum
Landssjúkrahúsið fer í samstarvi við Bispebjerg Hospital í Danmark at gera CT-hjartaskanningar, tá leita verður eftir æðrakálking hjá sjúklingum
CT skanningar skulu gerast í Føroyum, tá leita verður eftir æðrakálking hjá sjúklingum undir illgruna fyri hjarta-æðrasjúku
Mynd: ls.fo  
 
09.10.2016 - 13:12

Landssjúkrahúsið fer í samstarvi við Bispebjerg Hospital í Danmark at gera CT-hjartaskanningar, sum eru serliga góðar, tá leita verður eftir æðrakálking hjá sjúklingum undir illgruna fyri hjarta-æðrasjúku. 

Áður hevur verið neyðugt at senda allar sjúklingar, sum hava havt sjúkutekin, av landinum at gera kanningar av kransæðrunum, tá hetta hevur verið mett neyðugt. Men við nýggja kanningarháttinum, har CT-skanning verður gjørd av hjartanum, fer at bera til neyvt at síggja kransæðrarnar og sostatt eisini at staðfesta neyvari, hvør hevur tørv á at verða sendur uttanlands til víðari viðgerð.

Landssjúkrahúsið skrivar á heimasíðuni, at fólk frá Bispebjerg Hospitali hava verið í Føroyum í vikuni og lagt lag á hjá hjartalæknunum á Landssjúkrahúsinum og hja røntgen-starvsfólki. Avtala er gjørd við Bispebjerg Hospital, sum skal veita stuðul og tryggja, at dygdin í kanningunum verður á hægsta stigi.

CT-skanningar av hjørtum hava verið gjørdar uttanlands í fleiri ár, og nú skal hesin kanningarhátturin altso eisini vera tøkur í Føroyum um stutta tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342