Politiið: Partur av stolna peninginum funnin

Politiið: Partur av stolna peninginum funnin
Við hjálp frá fólki í Norðoyggum, hevur politiið nú fingið til vega meginpartin av stóru peningaupphæddini, ið varð stolin á Viðareiði
 
28.10.2016 - 13:24

Politiið fekk mikudagin eitt tipp, sum førdi til, at meginparturin av stolna peninginum er funnin.

Eingin er enn skuldsettur í málinum, men politiið hevur illgruna um, hvør kann hava framt stuldurin.

Av tí at kanningararbeiðið ikki er komið á mál, kann politiið einki siga um, hvussu stór peningaupphædd talan er um ella hvar peningaupphæddin er funnin.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur við útvarpið, at møguliga verður handtøka framd longu í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820