Javnaðarflokkurin missir meirilutan

bannari
Javnaðarflokkurin missir meirilutan
Javnaðarflokkurin verður framvegis størstur, men flokkurin missir meirilutan í Tórshavnar býráð, sambært nýggjari veljarakanning
 
31.10.2016 - 12:22

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið, og sum verður almannakunngjørd í Sosialinum seinnapartin.

Sambært kanningini gongur Javnaðarflokkurin 7,8 prosent aftur og flokkurin missir tveir sessir í býráðnum í Havn, skrivar in.fo

Hinir flokkarnir ganga fram

Allir hinir flokkarnir ganga fram - men Framsókn gongur mest fram og fær á fyrsta umboð valt í Tórshavnar býráð.

Tjóðveldi fær, sambært kanningini hjá Miðlahúsinum, eitt umboð afturat, og fær tí fýra fólk í Tórshavnar býráð.
 
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ganga eisini fram, men tó ikki so mikið, at tað gevur fleiri fólk í býráðið. Fólkaflokkurin hevur tvey og Sambandsflokkurin eitt umboð í Tórshavnar býráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541