Hetta hendir í USA í nátt

Hetta hendir í USA í nátt
Longu kl. 01 í nátt kann gerast greitt, hvør verður forseti í USA komandi fýra árini, men eisini kann náttin ganga, áðrenn úrslitið kemur.
 
08.11.2016 - 18:25

Berlingske hevur gjørt eitt yvirlit yvir tað týdningarmiklasta, sum hendir í nátt, og hevur tosað við Anders Bo Rasmussen, granskara innan amerikonsk miðlaviðurskifti.

kl 23.00-00.00: Valhølini í Florida og Virginia lata aftur á miðnátt. Beint undan teimum, kl 23.00 lata valhølini í Indiana og Kentucky aftur. Umleið á miðnátt burdu atkvøðurnar í svingstatinum Florida verið upptaldar, og her meta serfrøðingar, at Donald Trump hevur sera lítlan møguleika at vinna.

kl. 00.00: Úrslitið av valstaðarkanningunum verður nú savnað í fyrstu landsumfatandi forsøgnina.

kl. 00.30: Valstøðini í North Carolina og svingstatinum Ohio lata aftur, og farið verður undir at telja atkvøður. Aftur her er galdandi, at um Donald Trump tapur í North Carolina, verður trupult hjá honum at gerast forseti. Um Trump harafturímóti vinnur valið bæði í Florida og í North Carolina, verður valið sera spennandi.

kl. 01.00: Atkvøðulop er, tá eitt valevni vinnur stórt, og tað kann longu gerast greitt, hvør gerst forseti í USA kl 01 í nátt. Tað skrivar amerikanska sjónvarpsrásin CNN. Er talan ikki um atkvøðulop, so kanst tú geva úrslitunum í svingstatunum Michigan, New Hampshire og Pennsylvania gætur, tá valhølini lata aftur har.

kl. 02.00-04.00: Týdningarmiklu statirnir hesa løtuna eru Colorado, New York, Nevada, Iowa og California.

kl. 04.00: Nú kann úrslitið koma, og í hølunum á tí kemur sigursrøðan. Anders Bo Rasmussen sigur, at vinnarin av forsetavalinum í fyrsta lagi heldur sína røðu kl 04.00 føroyska tíð. Í 2012 varð Barack Obama nevndur vinnari av valinum kl 04.38 danska tíð.

Úrslitið av valunum til kongressina, guvernørsessirnar og lokalu statunum væntast at koma um somu tíð, sum úrslitið av forsetavalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297