Kanska lættari at fáa fylgjara

Kanska lættari at fáa fylgjara
Miðflokkurin hevur lagt uppskotið um fylgjarar hjá sjúklingum fyri Løgtingið, so tað verður lættari at fáa fylgjara til sjúkuviðgerðir uttanlands
Miðflokkurin hevur lagt uppskotið um fylgjarar hjá sjúklingum aftur fyri tingið. Uppskotið datt burtur, tí tað varð ikki liðugt viðgjørt í síðstu tingsetu
 
23.11.2016 - 17:46

Sjúkrahúsverkið skal rinda ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri ein fylgjara hjá sjúklingi, sum verður sendur til viðgerðar og endurvenjingar uttanlands.

Og í serligum førum kann sjúkrahúsverkið í Føroyum ávísa tveir fylgjarar við sjúklingi, sum er undir 18 ár.

Mett at kosta 3 - 3,5 mió.

Miðflokkurin hevur lagt uppskotið, sum hann legði fram í síðstu tingsetu, aftur fyri tingið. Uppskotið datt burtur, tí tað varð ikki liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði.

Umleið 2200 sjúklingar verða sendir av landinum til viðgerðar uttanlands um árið. Í meðal fáa tveir triðingar játtaðan fylgjara, og kostnaðurin er millum seks og sjey milliónir krónur um árið. 

Fara øll at taka av tilboðnum um at vera fylgjari hjá sjúklingi, fer tað at kosta millum tríggjar og hálva fjórðu millión krónur aftrat, leysliga mett.

SÍ EISINI Serviðgerðir bíligari enn mett

Tað sigur Miðflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið. Í kostnaðinum eru ferða- og uppihaldsútreiðslur ta tíðina, fylgjarin er burtur.

Tá uppskotið seinast var til viðgerðar í trivnaðarnevndini, segði Krabbameinsfelagið, at tørvur er á at broyta skipanina.

Hjálpargrunnurin hjá Krabbameinsfelagnum verður nærum bara brúktur at rinda fyri fylgjara, sum sjúkrahúsverkið ikki játtar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039