Vilja styrkja privatu miðlarnar

Vilja styrkja privatu miðlarnar
Landið skal stuðla privatu miðlunum við tveimum milliónum krónum um árið
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur lagt uppskot um miðlastuðul fyri tingið
Mynd: savnsmynd  
 
19.12.2016 - 08:29

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur lagt uppskot um miðlastuðul fyri tingið.

Hetta er ikki fyrstu fer, at ein roynd verður gjørd at seta eina stuðulsskipan til privatu miðlarnar í verk. Undanfarna samgonga leðgi eisini eitt uppskot um stuðul til privatar miðlar fram. Uppskotið datt burtur á ólavsøku í fjørð, tí tað kom ikki úr aftur nevnd. Men nú verður so gjørd enn ein roynd at styrkja privatu miðlarnar.

Ætlanin er at 40 prosent av stuðlinum skal latast til grundrakstur hjá teimum miðlum sum søkja um stuðul og sum liva upp til krøvuni fyri at fáa stuðul. 60 prosent skal latast til serligt redaktionelt tilfar. Fyri at fáa stuðul skal miðilin millum annað framleiða redaktionelt tilfar til ein breiðan skara dagliga. Tilfarið skal verða redaktionelt viðgjørt, tað vil siga, at tíðindaskriv og lesarabrøv telja ikki við, stendir í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Haraftrat skulu minst tvey redaktionel ársverk verða á miðlinum, sum ikki má vera almennur. Upprunaliga var kravið 3 ársverk, eins og í Danmark, men eftir at fleiri av tíðindaportalunum hava viðmerkt hetta í hoyringssvari, er ætlanin at lækka kravið til 2 ársverk.

Upprunaliga var ætlanin at stuðulskipanin skuldi vera galdandi frá 1. januar í 2017, men eftir eina hoyringsrundu, har bæði Dimmalætting og Miðlahúsið hava gjørt vart við, at pengarnir eru settir av frá 2016 verður umhugsað at gera skipanina galdandi frá 1. januar 2016

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210