Reyði Krossur í Føroyum sendir neyðhjálp til Sýria

Reyði Krossur í Føroyum sendir neyðhjálp til Sýria
Reyði Krossur Føroya hevur sent 500.000 krónur sum bráðfeingis neyðhjálp til Sýria
Reyði Krossur í Føroyum sendur 500.000 krónur til Sýriska Hálvmána
Mynd: Savn  
 
21.12.2016 - 08:39

Peningurin er partur av upphæddini, sum kom inn við Landsinnsavningina í september í ár. Harumframt letur Føroya Landsstýri eina millión krónur í neyðhjálp til Sýria í samstarvi við Reyða Kross Føroya. Hetta skrivar Reyði Krossur í Føroyum í tíðindaskrivi.

Trý tey seinastu árini hevur Reyði Krossur sent tilsamans 1,5 milliónir krónur til neyðstødd í Sýria og til sýriskar flóttar. Fyrr í ár vórðu 500 túsund krónur sendar, og í fjør sendi Reyði Krossur 700 túsund krónur til Sýria. Í 2014 sendi Reyði Krossur 300 túsund krónur at hjálpa sýriskum flóttafólkum í Irak.

Hoyr eisini: Samhuga við Aleppo

Tíverri mugu vit ásanna, at støðan í borgarakrígsherjaða Sýria er alt annað enn góð. Eftir fimm árum við borgarakríggi hava 13,5 milliónir sýrar tørv á humaniterari hjálp, meðan 6,6 milliónir sýrar eru riknir frá húsi og heimi og eru flóttar í egnum landi. Eisini eru 4,8 milliónir sýrar flýddir til grannalondini Libanon, Turkaland og Jordan. Stórur partur av hesum eru børn.

Í samstarvi við Reyða Kross veitir Sýriski Hálvmáni átrokandi neyðhjálp til fleiri enn 4,5 milliónir sýrar. Hjálpin, sum Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri veita í felag, fer í samstarvi við Syriska Hálvmána til fleiri endamál:

1. At býta út reinførispakkar, har ein pakki, sum hevur eitt virði á 145 kr. kann nøkta tørvin til reinføri hjá einari familju, 4-6 persónar, í ein mánaða.
2. Stuðul til flytbarar heilsustøðir, sum veita læknahjálp til fólkið í krígsherjaðu økjunum.
3. Psykososialan stuðul til børn og vaksin, sum eru ávirkað av hørðu upplivingunum í borgarakrígnum.
4. Beinleiðis stuðul til Sýriska Hálvmána, sum er tann størsti virkni humaniteri felagsskapurin í Sýria.

Sýriska Hálvmáni gevur sjálvbodnum neyðuga upplæring til at veita hjálp, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Reyða Krossi Føroya Deild

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233