Fleiri fólk setast í almenna lógarverkið

Fleiri fólk setast í almenna lógarverkið
Neyðugt verður at seta tveir løgfrøðingar og eitt skrivstovufólk til at dagføra lógirnar, sum Føroyar skulu yvirtaka á ólavsøku 2018
Fleiri danskar lógir skulu undir føroyska umsiting
 
22.12.2016 - 13:01

Lóggávan á økinum er gomul donsk lóggáva, og stórur tørvur er á dagføringum. Talan er um stórt og umfatandi arbeiði, og mett verður, at tørvur er á tveimum løgfrøðingum og einum skrivstovufólki til at fyrisita hetta arbeiðið, sigur Løgmansskrivstovan.

Lógin um at yvirtaka persónsrættin, húsfólkarættin og arvarættin er longu gjørd, og uppskotið er nú sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 11.januar. Ein Familjufyrisiting skal umsita málsøkini. Familjufyrisitingin skal seta, ella yvirtaka frá Ríkisumboðnum, løgfrøðingar svarandi til hálvt fjórða skrivstovufólk og ein barnaserkønan. Harafturat skal leiðari setast. Samanumtikið verður brúk fyri tíggju starvsfólkum. Familjufyrisitingin fer at kosta fimm milliónir og 342.000 kr. í lønum, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið.

Føroya kærustovnur fær meira at gera og noyðist at seta ein løgfrøðing at umsita kærurnar. Harafturat verður samsýningin til limirnar í Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum hækkað. Málsøkini skulu yvirtakast ólavsøkudag í 2018. Tey fara at kosta landskassanum 10,3 milliónir krónur um árið. Samráðingarnar við donsku stjórnina um yvirtøkuna eru lidnar. Men partarnir tosa enn um nakrar praktiskar spurningar, so sum starvsfólkamál.

Føroyar skulu yvirtaka 15 lógir og 12 millumtjóða sáttmálar og avtalur. Harafturat eru sjey lógir og níggju millumtjóða sáttmálar og avtalur í Danmark, sum ikki eru sett í gildi í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118