"Keypt" stuðul frá Alequ Hammond

"Keypt" stuðul frá Alequ Hammond
Danski skattamálaráðharrin harmast málburðin hjá sær um grønlendska fólkatingslimin, Alequ Hammond
 
12.01.2017 - 07:53

Tað hevur vakt ans, at danski skattmálaráðharrin, Karsten Lauritzen, hevur sagt, at tað loysti seg hjá stjórnini at "keypa ein grønlending," sum hann tók til, at tryggja stjórnini meiriluta.

Í Dagblaðnum Holstebro-Struer verður Karsten Lauritzen endurgivin fyri at siga, at søgan vísir, at tað altíð er ein fólkatingslimur, sum í valskeiðnum fer upp í annan flokk, og so hevur stjórnin ikki meiriluta.

"Men vit hava tryggjað okkum við at keypa ein grønlending."

Aleqa Hammond styðjar stjórnina

Grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond, hevur lovað, at hon fer ikki at atkvøða ímóti stjórnini, tí hon fekk formansessin í Grønlandnsvendini afturfyri.

Sostatt hevur stjórnin tryggjað sær 91 atkvøður í fólkatinginum.

Aleqa Hammond sigur, at útsøgnin hjá Karsten Lauritzen fær ongar avleiðingar fyri avtaluna, sum hon hevur gjørt við stjórnina. 

- Danskt er ikki mítt móðurmál, men eg haldi kortini, at eg eri meiri siviliserað enn hann, sigur Aleqa Hammond.

Ikki bilsin

Hon sigur, at hon er ikki bilsin av málburðinum hjá skattamálaráðharranum, tí grønlendingar í Danmark eru fyri mismuni, - bara tí teir eru grønlendingar, sigur Aleqa Hammond.

Karsten Lauritzen, skattamálaráðharri, sigur nú, at hann harmast málberingina. 

- Sjálvandi er eingin keyptur ella seldur. Hetta er eitt kent mál um fyrilit fyri parlamentarisku støðuni, men tað gevur mær ikki rætt til at málbera meg so. Eg harmist, um eg havi rakt onkran, tað var ikki meiningin, sigur Karsten Lauritzen í skrivligari viðmerking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065