Bjóða Trump og Putin til Føroya

Bjóða Trump og Putin til Føroya
Føroyar er eitt av fáum samfeløgum í heiminum, ið hevur frið við bæði stórveldini. Tí vil Miðflokkurin bjóða Trump og Putin higar at fundast
Miðflokkurin heitir á løgmann, um at bjóða komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, og russiska forsetanum, Vladimir Putin til Føroya at fundast
 
19.01.2017 - 07:52

Miðflokkurin heitir á løgmann, um at bjóða komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, og russiska forsetanum, Vladimir Putin til Føroya at fundast.

Teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum skriva soleiðis í tíðindaskrivinum: 

"Í sambandi við at komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, alment hevur boðað frá, at hann sum eitt tað fyrsta ætlar at møta russiska forsetanum Vladimir Putin, og at hann møguliga ynskir at halda fundin í Íslandi, mælir Miðflokkurin løgmanni til at bjóða teimum til Føroya at fundast."

"Føroyar er eitt av fáum samfeløgum í heiminum, sum hava frið við bæði stórveldini. Landafrøðiliga støða Føroya talar eisini fyri møguleikanum," skriva Jenis av Rana og Bill Justinussen í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459