Fíggjarmálaráðið vrakar Henrik Weihe Joensen

Fíggjarmálaráðið vrakar Henrik Weihe Joensen
Kommunufelagið sigur, at kommunustjórin á Tvøroyri varð í fyrstu syftu góðkendur sum nevndarlimur í Landsbankanum, men nú er hann vrakaður
 
24.01.2017 - 18:00

Fíggjarmálaráðið vrakaði Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra á Tvøroyri, sum nevndarlim í Landsbankanum.

Tað er niðurstøðan hjá Føroya Kommunufelag eftir fund við Fíggjarmálaráðið í dag.

12. desember gjørdi Kommunufelagið av at tilnevna Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra á Tvøroyri, sum lim í nevndina fyri Landsbankan og Tummas Eliasen, kommunustjóra í Klaksvík, sum varalim.

Fíggjarmálaráðið segði seg góðtaka umboðini.

Seinni er vent í holuni, og Kommunufelagið fekk boð frá Fíggjarmálaráðnum um, at samansetingin í nevndini fyri Landsbankan var ikki nóg góð, og Fíggjarmálaráðið boðaði frá, at Henrik Weihe Joensen ikki kundi umboða felagið í nevndini.

Fíggjarmálaráðið sigur seg heldur vilja hava ein búskaparfrøðing, enn ein løgfrøðing í nevndina.

Margháttligt

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur tað vera margháttligt, at Fíggjarmálaráðið fyrst góðkendi tilnevningina hjá felagnum, fyri síðani at kúvenda og vraka tilnevningina.

Kommunufelagið fer at hava stýrisfund fríggjadagin, og tá fer stýrið at tilnevna ein annan lim í nevndina fyri Landsbankan. Og tað verður helst Tummas Eliasen, sum varð tilnevndur varalimur.

Og so skal stýrið tilnevna ein annan varalim í nevndina fyri Landsbankan, sigur Eyðun Christiansen.

Hann vil ikki gera samrøðu við útvarpið um málið, men hann sigur, at støðan kennist løgin.

Sjey limir

Sambært lógini, um Landsbanka Føroya, so skulu sjey limir og sjey varalimir veljast í nevndina fyri Landsbankan. 

Landsstýriskvinnan velur tveir limir, og síðani skulu Fróðskaparsetrið, Arbeiðsgevarafelagið, fakfeløgini og Kommufelagið gera hvør sítt tilmælið um ein nevndarlim, sum landsstýriskvinnan so velur í nevndini fyri Landsbankan.

Sambært lógini um Landsbankan skulu limirnir í nevndini hava fakligar førleikar, sum búskaparfrøði, fígging og kredittmeting, og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum. 

Vit hava roynt at fingið orðið á Kristinu Háfoss, landstýrismann í fíggjarmálum, og Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, um málið, men hvørgin tekur telefonina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815