Lestraríbúðir við Marknagilsvegin

Lestraríbúðir við Marknagilsvegin
Tórshavnar kommuna hevur fingið fyrispurning um at byggja lestraríbúðir nærindis Glasi
 
24.01.2017 - 08:54

Tórshavnar kommuna hevur fingið ein fyrispurning um byggiloyvi til lestraríbúðir við Marknagilsvegin, tætt við nýggja miðnámsskúlan Glasir, og málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

Hetta eru smærri íbúðir, sum verða innfluttar sum eindir, ið eru 14 - 31 fermetrar, og talan er um mestsum lidna bygging, sigur Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.

Fyrsta byggistig er tilsamans 38 íbúðir ella kømur við baði, bygt í 2 hæddum. Annað byggistig er 70 íbúðir ella kømur við baði, sum verður bygt í 3 hæddum.

Ætlanin er at byggja íbúðirnar á einum øki, har Tórshavnar kommuna kann geva loyvi til íbúðarbygging við serstakari byggisamtykt. 

Gjørt uppskot um serstaka bygging

Býarskipanardeildin hevur gjørt eitt uppskot um serstaka bygging fyri økið, har íbúðir kunnu byggjast.

Tekniski stjórin og býararkitekturin hava mælt byggi- og býarskipanarnevndini til at góðkenna serstøku byggisamtyktina og beina málið í býráðið.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 11. januar at taka undir við tilmælinum, og málið kemur fyri býráðsfundin nú hóskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221