Høvuðsumvæla Eirargarð fyri 25 mió. kr.

Høvuðsumvæla Eirargarð fyri 25 mió. kr.
Landsverk hevur boðið út heildarráðgevingina í sambandi við arbeiðið, og landsstýriskvinnan í almannamákum fer nú at biðja løgtingið um pengar
 
25.01.2017 - 07:53

Eirargarður 14 og 16 í Havn skulu høvuðsumvælast. 

Landsverk hevur boðið út heildarráðgevingina í sambandi við arbeiðið. Freistin at lata inn tilboð er til 10.februar. 

Landsstýriskvinnan í almannamálum fer at biðja løgtingið um 25,5 mió. kr. til at umvæla Eirargarð 14 og 16, sum eru bústovnar hjá fólki, sum bera brek.

Lógaruppskotið er tó ikki komið í løgtingið enn. Tað er enn til hoyringar. Hoyringarfreistin er til í morgin, 26.januar.

Bygdir í sjeytiárunum

Eirargarður 14 og 16 vórðu bygdir í sjeytiárunum og flutt varð í teir 1.apríl 1980. 

Bústaðirnir eru nú í so ringum standi, at fyri einum ári síðani vórðu tey, sum har búðu, flutt í bráðskundi, tí har vóru soppur og lekar.

Teknologisk Institut í Danmark gjørdi í mars í fjør soppakanningar í Eirargarði 14 og 16. 

Niðurstøðan tá var, at bygningarnir vóru í góðum standi, men at soppur er ymsastaðni, serliga í takrúminum. 

Vanligt slit og gamlar innleggingar og skipanir eru í báðum bygningunum, sigur Landsverk.

Dagføring

Høvuðsumvælingin umfatar dagføring eftir nútíðar krøvum, so umstøðurnar hjá teimum, sum har búgva og arbeiða, gerast betri. 

Sambært Almannamálaráðnum skal Eirargarður 14 umvælast fyrst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980