Pauli kann vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður

Pauli kann vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður
Klaksvíkar býráð fer í dag at taka støðu til, um Jógvan Skorheim, borgarstjóri, eisini kann vera tingmaður samstundis
 
26.01.2017 - 12:53

Pauli Trond Petersen í Vestmanna fekk á bygdarráðsfundi týskvøldið loyvi til at vera borgarstjóri og løgtingsmaður í senn eins og í undanfarna valskeiði.

Fýra atkvøður vóru fyri og tvær ímóti.

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, hevur ikki enn spurt býráðið, um hann kann vera í báðum størvunum. 

Í farna kommunuvalskeiði var hann bæði borgarstjóri og løgtingsmaður.

Annika farin úr tinginum

Annika Olsen í Tórshavnar kommunu hevur sjálv avgjørt at fara úr løgtinginum, meðan hon er borgarstjóri.

Klaksvíkar býráð fer í dag at taka støðu til, um Jógvan Skorheim bæði kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður í senn.

Jógvan Skorheim er eisini formaður í Nýggjum Sjálvstýri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040