Fullveldisskjølini skulu viðgerðast av nýggjum

Fullveldisskjølini skulu viðgerðast av nýggjum
Løgmaður fer at taka støðu til, um meirinnlit skal veitast í fullveldisskjølini
 
06.02.2017 - 17:54

Tað svarar hann millum annað Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, í skrivligum § 52 fyrispurningi um fullveldisskjølini. 

 - Eg fari nú at biðja um ummæli av nýggjum, serliga við støði í at upplýsingar úr fundarfrásøgnunum nú eru almannakunngjørdar í bók. Ætlanin er síðan at viðgera hendan prinsipiella spurning um at veita meirinnlit enn einaferð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sambært lms.fo.

       Her kanst tú lesa svarið frá løgmanni

Skjølini viðvíkjandi fullveldissamráðingunum um aldarskiftið eru enn ikki so gomul, at tey koma inn undir innlitsreglurnar í skjalasavnslóggávuni, men ganga eftir reglunum í innlitslógini.

- Løgmaður almannakunnger ikki gomul skjøl frá landsfyrisitingini eftir nakrari systematiskari skipan. Tað er ikki uttan so, at onkur spyr eftir skjølum, at leitað verður eftir teimum, sigur løgmaður, sambært lms.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815