Kunngerð um oljutangar er á veg

Kunngerð um oljutangar er á veg
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at arbeitt verður við eini kunngerð, og hon skal eftir ætlan verða liðug í vár.
 
07.02.2017 - 14:12

Kunngerðin var á veg fyri tíggju árum síðani. Og tað er hon enn.

Ein kunngerð, sum skal áleggja fólki og fyritøkum at skifta oljutangar, áðrenn teir gerast so gamlir, at teir fara at leka, kemur kanska seinni í ár. 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Heðin Mortensen, løgtingsmann. 

Fyri okkurt um tíggju árum síðani varð arbeitt við uppskoti um kunngerð um sethúsaoljutangar, men kunngerðin kom ongantíð.

Men nú verður aftur arbeitt við einum uppskoti. Ætlandi verður tað liðugt í vár. 

Seta krøv

Krøv verða sett øllum oljutangum og rørum millum tanga og oljufýr. 

Eisini verður ætlandi krav sett um, at gamlir oljutangar skulu skiftast út fyri eina ávísa freist.

Men av tí, at tað kostar at fáa nýggjan oljutanga fyri tann gamla, verður ætlandi talan um eina rímiliga skiftitíð. 

Enn er tí kunngerðin, sum Innlendismálaráðið arbeiðir við, meira ein ætlan enn ítøkilig stig at forða fyri oljudálking, sum stendst av gomlum tangum.

Umhugsa fíggjarligan stuðul

Umhugsað verður eisini, um fíggjarligur stuðul skal latast teimum, sum hava lítlar inntøkur, tá tey skifta oljutanga.

Heðin Mortensen spurdi eisini í fjør vár um hetta málið. Tá fekk hann at vita, at krøvini um oljutangar komu í ár. 

Tá, í apríl í fjør, vísti eitt yvirlit hjá Umhvørvisstovuni, at 5.000 av teimum 18.000 sethúsaoljutangunum í Føroyum vóru eldri enn 20 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609