Royndur fótbóltsspælari noktaður innferð

Royndur fótbóltsspælari noktaður innferð
Í 15 ár hevur Clayton Soares do Nascimento úr Brasilia spælt fótbólt í Føroyum. Men nú sleppur hann bráddliga ikki inn í landið
Clayton Soares sleppur brádliga ikki inn í landið, hóast hann hevur spælt fótbólt her í 15 ár
Mynd: Samansettar myndir/if.fo  
 
21.02.2017 - 09:29

Orsøkin er, at Clayton Soares hevur ikki fingið uppihaldsloyvi. Tað skrivar heimasíðan, in.fo.

Higartil hevur hann fingið uppihaldsloyvi sambært ítróttaravtaluni, men hesa ferð hevur hann søkt um vanligt uppihaldsloyvi, sigur Leif Andre Eliassen, nevndarformaður í ÍF, við in.fo.

Fær ikki vanligt uppihaldsloyvi

Danska Udlændingestyrelsen hevur noktað Clayton Soares vanligt uppihaldsloyvi. Sum skilst snýr tað seg um lutfallið millum tað, sum hann hevur fingið fyri at spæla fótbólt, og ta upphæddina, hann hevur vunnið sær afturat.

- Sum nú er sær ikki út til, at Clayton Soares sleppur at spæla við okkum í ár. Sum avvarðani ítróttarfelag fáa vit ikki gjørt nógv. Tað er Udlændingestyrelsen, sum tekur avgerðina, sigur Leif Andre Eliasen.

Sambært Faroesoccer kom Clayton Soares do Nascimento til Føroya í 2002. Hann hevur spælt við FS Vágum, B71, 07 Vestur og ÍF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025