Trump skuldsetur Obama fyri avlurting

Trump skuldsetur Obama fyri avlurting
Hetta er McCarty-isma, skrivar Trump og vísir til fyrrverandi senatorin, Joseph McCarthy, sum framdi fólkajagstran móti kommunistum í 1950'unum
 
04.03.2017 - 16:11

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skuldsetur í dag undangongumannin hjá sær, Barack Obama, fyri at hava avlurtað høvuðsstøðina hjá Trump undir forsetavalinum í fjør heyst. Tað skrivar Trump sjálvur á Twitter.

Trump skrivar, sambært Berlingske: - Ræðuligt! Havi júst funnið út av, at Obama avlurtaði meg í Trump Tower stutt undan sigrinum. Einki funnið. Hetta er McCarty-isma, skrivar Trump og vísir til fyrrverandi senatorin, Joseph McCarthy, sum framdi fólkajagstran móti kommunistum í 1950'unum.

Í fleiri boðum á Twitter skýrir Trump hetta at verða nýtt lágt støði hjá fyrrverandi umsitingini. - Eg skal vedda uppá, at ein sakførari hevði kunnað ført eitt mál út frá sannroyndini, at Obama forseti avlurtaði telefonina hjá mær í oktober, - beint undan valinum, skrivar Donald Trump í boðum í dag.

Í einum øðrum boðum samanber Trump hetta við avlurtingina hjá Nixon í Watergate-gøluni í 70-árunum. - Hvussu lágt er Obama-forseti nú sokkin, tá hann avlurtar telefonirnar hjá mær undir heilagu valtilgongidni? Hetta er Nixon og Watergate. Sjúkur maður!

Donald Trump hevur fyrr skuldsett Barack Obama fyri at hava skipað fyri mótmælum ymsastaðni í USA móti sær, skrivar Berlingske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659