Lýggjasti veturin í meira enn 100 ár

Lýggjasti veturin í meira enn 100 ár
Veturin í Føroyum hevur verið metlýggjur. Tað vísa mátingar, Danska veðurstovan, DMI, hevur gjørt í Føroyum
Stórkavi í Føroyum fyrraárið, 2015. Tað gerst longri og longri ímillum sjón sum hesa, vísa nýggj hagtøl hjá Donsku veðurstovuni, DMI
 
06.03.2017 - 08:25

Heldur tú, at lítil og eingin kavi hevur verið hendan veturin, so fert tú ikki heilt av leið. Í øllum førum ikki um hugt verður at veðurhagtølunum hjá DMI.

Tí hetta er lýggjasti vetur í Føroyum nakrantíð, síðani Danmarks Meteorologiske Institut fóru undir at gera mátingar í Føroyum fyri meiri enn 100 árum síðani.

Miðalhitin í Føroyum hevur hesar síðstu vetrarmánaðirnar verið 6,1 stig. Tað er eisini væl heitari enn í Danmark, har miðalhitin í vetur hevur verið 2,8 stig.

Serliga tveir mánaðir, ið skara framúr

Danska veðurstovan hevur gjørt veðurmátingar í Føroyum síðani 1873, men miðalhitin fyri einstøku mánaðirnar og fyri árstíðirnar eru bara roknað aftur til veturin 1890-91. 

- Í vetur vóru tað desember og februar mánaðirni, ið settu met, sigur John Cappelen, veðurfrøðingur á Donsku veðurstovuni, DMI, í samrøðu við útvarpið.

Lýggj luft, sum er streymað inn yvir Føroyar av vestri og útsynningi, ger, at vit hava havt so lýggjan vetur. Vanliga merkir lýggj luft at vit fáa avfall. Men soleiðis var ikki í vetur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391