Peningurin brúktur til tól - ikki undirvísing

Peningurin brúktur til tól - ikki undirvísing
Pengarnir, skúlarnir fáa til at arbeiða námsfrøðiliga við kunningartøkni, verða brúktir til at røkja tólini. Landsstýriskvinnan harmast
 
14.03.2017 - 09:47

Skúlarnir brúka pengar, sum teir fáa frá landinum, til slíkt, sum kommunurnar eiga at gjalda fyri. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur við Skúlablaðið, at landið letur skúlunum pengar til KT-vørðir.

Men í staðin fyri at brúka pengarnar til tað, teir eru ætlaðir, og tað er til at arbeiða námsfrøðiliga við kunningartøkni, at undirvísa, brúka skúlarnir pengarnar til at røkja tólini. Men hesa røktina eiga kommunurnar at gjalda.

Síðstu árini hava nógvir skúlar gjørt stórar íløgur í kunningartøkni. Hvørja ferð, ein kommuna keypir teldur ella teldlar, letur Mentamálaráðið tímar til KT-vørðir. Men hesir pengar verða brúktir til at røkja teldurnar. Pengarnir til røktina eiga at koma frá kommununum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan harmast

Telduútbúnaður er øki og ábyrgd hjá kommununum. Pengarnir, sum koma frá Mentamálaráðnum, skulu brúkast til at undirvísa. At broyta hesi viðurskifti er spurningur, sum skal viðgerast millum land og kommunur, sigur landsstýriskvinnan við Skúlablaðið.

- Eg kann bara staðfesta, at tað er ógvuliga harmiligt, at vit nýta so nógvar pengar til at røkja tól, sum heldur áttu at farið til námsfrøði.

- Tað er burtur úr vón og viti, at lærarar skulu brúka tíð til at røkja tól. Teirra uppgáva er at undirvísa. Uppgávan at røkja tólini eigur at liggja hjá fólki, sum hevur skil fyri slíkum, sigur Rigmor Dam við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798