Avlopið á gjaldsjavnanum metstórt

Avlopið á gjaldsjavnanum metstórt
Avlopið tey trý árini frá 2013 til 2015 hevur ligið millum 855 milliónir og 1,7 milliardir krónur
Avlopið á gjaldsjavnanum er metstórt triðja árið á rað. Rakstraravlopið stavar fyrst og fremst frá vaksandi útflutningi av fiskavørum, serliga aldum laksi
 
04.04.2017 - 15:20

Avlopið á gjaldsjavnanum er metstórt triðja árið á rað. Nýggj uppgerð frá Hagstovuni vísir, at avlopið tey trý árini frá 2013 til 2015 hevur ligið millum 855 milliónir og 1,7 milliardir krónur.

Vit skulu aftur til 2012 fyri at finna hall á gjaldsjavnanum. Tað var tí, at fimm skip og eitt nýtt flogfar vórðu innflutt til Føroya tað árið, og tað taldi hinvegin á gjaldsjavnanum.

Rakstraravlopið stavar fyrst og fremst frá vaksandi útflutningi av fiskavørum, serliga aldum laksi. Men eisini inntøkuflytingar og rakstrarflytingar millum Føroyar og útlond hava givið sítt íkast til tað stóra avlopið á gjaldsjavnanum, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115