Nú verður søkt eftir landslækna

Nú verður søkt eftir landslækna
Landslæknin skal millum annað seta í verk eitt meira framvirkið eftirlit við føroyska heilsuverkinum, stendur í starvslýsingini
Henrik L. Hansen hevur síðstu trý árini røkt starviðå sum landslækni í Føroyum. Nú er starvið lýst leyst
 
04.04.2017 - 10:31

Danska Stýrið fyri Sjúklingatrygd søkir nú eftir landslækna til Føroyar. Landslæknin er danskt málsøkið, og seinastu trý árini hevur Henrik L. Hansen røkt landslæknaembætið.

Men hann hevur havt starv í Danmark við síðina av landslæknastarvinum í Føroyum, og hevur tí bert verið í Føroyum eina ferð um mánan. Tí hava tríggir vikarar eisini verið knýttir at landslæknaembætinum.

Eftirlitið við heilsuverkinum broytast

Landslæknin hevur eftirlit við heilsuverkinum í Føroyum, hann skal veita føroysku mynduleikunum ráð í samband við ymisk heilsumál. Hann skal savna inn og gera hagtøl yvir heilsuøkið í Føroyum, og hevur nógv tey seinastu árini gjørt eina árliga heilsulýsing.

Ætlanin er tó nú, at eftirlitið við Heilsuverkinum skal broytast, so tað verður meira framvirkið. Landslæknin skal tí nú ikki bert kannað mál, tá klagur koma inn, ella tá okkurt ikki lýkur galdandi krøv.

Men landslæknin skal sjálvur meta um, hvar stórstu vandarnir fyri sjúklingatrygdini eru í Heilsuverkinum, og síðani gera kanningar av hesum. Dentur verður millum annað lagdur á hesa nýggju uppgávu í starvslýsingini.

Donsk skipan setast í verk her

Ein partur av hesum arbeiði verður eisini at seta á stovn eina skipan har heilsustarvsfólk, sjúklingar og avvarðandi kunnu fráboða ótilætlaðar hendingar.

Í Danmark verða hendingarnar fráboðaðar umvegis heimasíðuna hjá Stýrinum fyri sjúklingartrygd, og ætlanin er at brúka eina líknandi skipan í Føroyum.

Tá fyrrverandi landslæknin, Høgni Debes Joensen, fór úr starvinum sum landslækni í Føroyum í 2014, varð avgjørt, at starvið skuldi ikki lýsast leyst.

Embætislæknaskipanin broytt

Skipanin við embætislæknum í Danmark var broytt, og danskir myndugleikar vildu eisini hava skipanina við landslæknanum í Føroyum broytta.

Heilsumálaráðið útgreinaði málið eina tíð, og Karsten Hansen, táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, vildi yvirtaka málsøkið. Men tað var av ongum áðrenn valið í 2015.

Í løtuni eru ongar ætlanir um at yvirtaka málsøkið, váttar Heilsumálaráðið. Tí er starvið enn á donskum hondum, og nú lýst leyst av danska stýrinum fyri sjúklingatrygd. Evsta mark, at søkja starvið, er 23. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974