Avlopið hjá Atlantsflogi vaks 10 mió. kr.

Avlopið hjá Atlantsflogi vaks 10 mió. kr.
Úrslitið í fjør var 28 mió. kr. Tilsamans flugu 282.000 fólk við Atlantsflogi í 2016
 
05.04.2017 - 08:00

Atlantsflog hevði 28 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør.

Ferðafólkatalið setti met, og tað ger, at úrslitið var so gott, sigur nevndin á ársaðalfundinum, sum var í gjár.

Úrslitið í fjør var meira enn 10 milliónir betri enn árið fyri, tí tey høvdu 15.000 fleiri ferðafólk á flogi sammett við 2015. Tilsamans flugu 282.000 fólk við Atlantsflogi í fjør.

Gjaldførið 130 mió. kr.

Gjaldførið var 130 milliónir krónur við árslok 2016, og tað er 87 milliónir krónur hægri sammett við ársbyrjan, tá felagið hevði 43 milliónir krónur í tøkum peningi.

Sølan av gomlu tyrlunum, lágur prísur á brennievni og størri avlop í tollfríu søluni í Vága Floghavn, sum Atlantic Airways eigur helvtina av, gera eisini góðan mun í tølunum.

Atlantsflog flýgur til 11 ferðamál beinleiðis úr Vágum.

Eitt A320-flogfar aftrat

Nýggja A320 flogfarið kom í flotan stutt fyri jól í fjør, og í summar fer Atlantsflog at leiga eitt A320 flogfar aftrat, sum kemur í staðin fyri eitt A319-flogfar, ið felagið hevur langtíðarleigað seinnu árini.

A aðalfundinum í gjár varð øll nevndin í Atlantsflogi afturvald. Niels Mortensen er formaður í nevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980