Kvetturoyndin í Turkalandi spøkir í Danmark

Kvetturoyndin í Turkalandi spøkir í Danmark
Turkiska sendistovan í Danmark hevur savnað upplýsingar um dansk-turkar, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við kvettroyndina í Turkalandi
 
29.04.2017 - 10:11

Tað váttar religiøsi ráðgevin á sendistovuni, Adnan Búlent, fyri Kristiliga Dagbladið.

- Savningin av vitanini um dansk-turkarnar er vanlig avleiðing av kvettroyndini, har fleiri fólk lógu eftirá. Um fólkini, sum hava ábyrgdina av kvettroyndini, ganga ímillum okkum, so mugu vit vita tað, sigur ráðgevin við blaðið.

Danskir miðlar hava fyrr almannakunngjørt, at turkiska sendistovan fyrr hevur sent nøvnini á fýra fólkum og 14 frískúlum til turkisku myndugleikarnar.

Özlem Cekic, fyrrverandi fólkatingslimur, og sum sjálv hevur funnist hvassliga at stýrinum hjá Erdogan, forseta, sigur seg vera skelkaða av tí sum hendir.

- Tað órógvar meg, at sendistovan nú alment viðgongur, hvat fer fram, sigur hon.

Síðani kvettroyndina í Turkalandi hálvan juli í fjør, eru fólk í túsundatali handtikin, fleiri túsund eru søgd úr starvi, samstundis sum eftirlitið við andstøðingum er munandi hert.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425