Samtykt í 2014 men ikki gjørt. Nú skal tað gerast

Samtykt í 2014 men ikki gjørt. Nú skal tað gerast
Tað, sum longu skuldi verið gjørt, eigur at verða gjørt alt fyri eitt, siga samgongufólkini í Vinnunevndini um loyvi at skjóta grágás trý ár afturat
Grágásin er fyrr útdeyð í Føroyum. Tí er avgjørt neyðugt at ansa væl eftir, siga tingfólk.
 
14.05.2017 - 16:21

Tað er ein treyt fyri at leingja loyvið at skjóta grágás, at stovnsmetingin byrjar nú.

Tað siga umboðini hjá samgonguni í Vinnunevndini í álitinum um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um loyvi at skjóta grágás í trý ár afturat.

Tey taka undir við uppskotinum, men við teirri treyt, at nú byrja alt fyri eitt kanningarnar og teljingarnar, sum løgtingið í 2014 samtykti at gera, men sum ongantíð eru gjørdar. 

Tær eru neyðugar, siga samgongufólkini í Vinnunevndini, tí grágás er fyrr útdeyð í Føroyum.

Jógvan Skorheim er tann einasti í Vinnunevndini, sum mælir frá at leingja loyvið at skjóta grágás.  

Grágásin ger skaða á slóttubø og velt lendi, siga bøndur. Tí er loyvt at skjóta ella styggja tær, tá tær seta seg har.

Síðani royndarskipanin at geva loyvi at skjóta grágæs kom í gildi 1.juni 2014 til 1.juni 2017 eru skrásettar 530 skotnar gæs. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360