Avloysaraskip smíðast í Noregi

Avloysaraskip smíðast í Noregi
Strandferðslan mælir til at byggja ein bát, sum verður brúktur til ferðaflutning í Noregi
Strandferðslan vil hava ein bát, sum m.a. skal avloysa Ternuna á nólsoyarleiðini
 
02.06.2017 - 12:51

Strandfaraskip landsins hava í vikuni sent Samferðslumálaráðnum uppskot um nýggjan bát, sum fyrst og fremst skal brúkast til at avloysa skipini hjá stovninum. 

Uppskotið er um ein bát, sum verður brúktur til ferðafólkaflutning í Noregi.

Uppskotið er at byggja slíkan bát fyri 25 milliónir norskar krónur, sum eru okkurt um 19,6 mió. kr. føroyskar.

Skipið skal taka 100 ferðafólk  - alt árið.

Bátsslagið, sum ætlanin er at brúka sum fyrimynd, er úr koltrevjum.

Tað tekur átta til tíggju mánaðir at byggja slíkan bát í Noregi, sigur stjórin á Strandfaraskipum landins, Hilmar Eliasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435