Glasir hevur ikki somu útbúgving sum í Klaksvík

Glasir hevur ikki somu útbúgving sum í Klaksvík
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur, at tøkniútbúgvingin á Glasi verður partur av náttúrubreytini
 
10.06.2017 - 14:59

Rektarin á Glasi hevur kunnað Mentamálaráðið um, at Glasir fer at bjóða út tøkni A sum eyka vallærugrein aftrat teimum fýra kravdu A-stigunum á náttúrubreytini.

Hetta kallar Glasir tøknileið.

Tað svarar Rigmor Dam, landsstýriskvinna, Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, sum hevur spurt, um landsstýriskvinnan hevur góðkent, at ein útbúgvingarleið, sum líkist tøknibreytini á Tekniska skúla í Klaksvík, byrjar á Glasi í summar.

Rigmor Dam svarar, at útbúgvingin, sum verður boðin út á Glasi, er ikki tøknibreyt ella útbúgvingarleið, lík tøknibreytini á Tekniska skúla í Klaksvík, men talan er um vanliga náttúrubreyt við eyka vallærugrein.

Næmingagrundarlagið

Bjørn Kalsø spurdi eisini, hvørja ávirkan útbúgvingin á Glasi fer at hava á næmingagrundarlagið.

Rigmor Dam sigur, at landsstýriskvinnan hevur sum so eingi stig tikið í hesum máli, men tveir flokkar við 37 næmingum eru tiknir inn til fyrsta árið á tøknibreytini í Klaksvík næsta skúlaár, og at 12 næmingar valdu náttúrubreytina við tøkni A á Glasi.

Tí er eingin ábending um, at næmingagrundarlagið er skeiklað á skúlunum, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum ís varinum til Bjørn Kalsø. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120