Fleiri føroyingar gifta seg

Fleiri føroyingar gifta seg
Talið á føroyingum, sum giftast, er nú tað størsta, tað hevur verið síðani 2006
Ikki síðani 2006 hava so nógvir føroyingar gift seg, sum tað gjørdu í 2015 og 2016, vísa nýggjastu hagtølini
 
08.07.2017 - 14:18

Hevur tú eina kenslu av, at tað er styttri og styttri millum brúdleypini, so ert tú ikki heilt av leið. Tí alsamt fleiri føroyingar gifta seg, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni.

Ikki síðani 2006 hava so nógvir føroyingar gift seg, sum tað gjørdu í 2015 og í 2016. Í 2006 vórðu 292 vígslur í Føroyum, bæði í 2015 og 2016 vóru 268 vígslur.

Greinin heldur fram niðanfyri

Hinvegin vóru tær fægstu vígslurnar í Føroyum tey síðstu 10 árini í 2011, tá vóru til samans 206 vígslur í Føroyum; 144 kirkjuligar vígslur og 62 borgarligar vígslur, vísa nýggjastu tølini hjá hagtalsstovninum.

Talið á hjúnaskilnaðum hesi síðstu 10 árini hevur verið misjavnt. Talið var minst í 2016, tá tað vóru 53 hjúnaskilnaðir. Flestu hjúnaskilnaðir vóru hinvegin í 2010, tá 92 hjún í Føroyum fóru hvør til sítt.

Kelda: Hagstova Føroya, hagstova.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161