KT-gøla hóttir svensku stjórnina

KT-gøla hóttir svensku stjórnina
Fleiri andstøðuflokkar ætla at leggja fram uppskot um misálit á stjórnina hjá Stefan Løfven, forsætisráðharra
Stjórnin hjá Stefan Løfven, forsætisráðharra, er komin undir trýst, nú ein kt-gøla í Transportstyrelsen er avdúkað
 
24.07.2017 - 07:51

Ein kt-gøla hóttir nú svensku stjórnina, skrivar fleiri svenskir miðlar.

Dagens Nyheder hevur avdúkað, at upplýsingar, sum gera tað møguligt at finna persónar við loyniligum bústøðum og vardum samleikum, eru kanska liknar úr svenska Transportstyrelsen. 

Talan skal vera um upplýsingar, sum avdúka samleikan hjá svenskum trygdarfólki, løgreglufólki og hermonnum.

Stjórin frá

Í januar mánaði fór aðalstjórin í Transportstyrelsen, Maria Ågren, frá. Tá vildi svenska stjórnin ikki gera viðmerkingar til málið.

Fyrr í juli kom so undan kavi, at Ågren hevur viðgingið, at reglurnar um, hvussu dátur skulu handfarast, vórðu ikki hildnar.

Fleiri andstøðuflokkar í Svøríki ætla nú at leggja fram misálit á stjórnina.

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, hevur kallað inn til tíðindafund um málið í kvøld.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037