Grønland og loysing: dagurin er ikki avgjørdur

Grønland og loysing: dagurin er ikki avgjørdur
Ósemja er í stjórnarflokkinum Siumut um loysingina. Nøkur vilja hava sett av í álmanakkanum, nær hon skal vera. Formaðurin vil geva tol.
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, minnir á, at grønlendingar vita ikki, hvat allar 30 yvirtøkurnar krevja av teimum.
 
29.07.2017 - 11:14

Kim Kielsen, landsstýrisformaður, er afturvaldur til formann í Siumut.

Flokkurin vil ikki skunda sær úr ríkisfelagsskapinum sum avbjóðarin til formanssessin, Vittus Qujaukitsoq, fyrrverandi  landsstýrismaður í uttanríkismálum, vil.

Suka Frederiksen, landsstýriskvinna í sjálvstýri, vil eisini hava ein dag ásettan, tá Grønland tekur loysing. 

Ongan skund

Kim Kielsen hevur ikki so stóran skund at slíta.

Landsfundurin hjá Siumut viðgjørdi spurningin, um loysingin skuldi dagfestast. Men eingin dagur varð ásettur.

Kim Kielsen sigur, at grønlendingar vita ikki nóg væl, hvat krevst av teimum at yvirtaka tey 30 málsøkini, sum Danmark hevur fyri Grønland.  

Nú sigur Simut seg arbeiða fram móti, at Grønland gerst ein sjálvstøðugur statur og ikki, sum higartil, fram móti sjálvstýri, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744