Fólkaatkvøða um at einskilja jørð

bannari
Fólkaatkvøða um at einskilja jørð
Sambært uppskotinum um stjórnarskipan skal fólkið gera av, um almenna jørðin skal privatiserast
 
01.08.2017 - 09:18

Politikararnir sleppa ikki einsamallir at gera av, um landsjørðin skal einskiljast.

Tað sæst í uppskotinum til stjórnarskipan, sum løgmaður hevur sent til hoyringar.

Stjórnarskipanaruppskotið ásetur, at skal landsjørð, ella stórur partur av henni, einskiljast, so skal málið fara til fólkaatkvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár, og í mesta lagi eitt ár, eftir at løgtingið hevur samtykt hana.

Í undanfarnu samgongu varð arbeitt við at einskilja landsjørðina, men tað varð kortini av ongum.

Men í uppskotinum hjá løgmanni skal landsjørðin ikki privatiserast, uttan at málið fyrst hevur verið til fólkaatkvøðu. 

Óðalsjørð

Haraftrat eru eisini nakrar reglur um óðalsjørð, tað er ognarjørð. 

Grein 23, stk 2 í uppskotinum um stjórnarskipan ásetur, at við lóg kunnu reglur setast um stødd á óðalsjørð.

Uppskotið um stjórnarskipan skal til fólkaatkvøðu tann 25. apríl. 

Men tað skal samtykkjast í  løgtinginum í seinasta lagi eitt hálvt ár frammanundan, tað er  í seinasta lagi 25. oktober í ár. 

Uppskotið, sum er til almenna hoyring, kann lesast á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni - tinganes.fo.

Hoyringarfreistin er 25. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666