Søkja aftur eftir landslækna

Søkja aftur eftir landslækna
Umsóknarfreistin er 28. august
Seinastu árini hevur Henrik L. Hansen røkt starvið sum landslækni í Føroyum
 
01.08.2017 - 09:24

Danska stýrið fyri sjúklingatrygd søkir nú aftur eftir landslækna til Føroya.

Søkt varð fyrru ferðsíðst í mars, og tá var umsóknarfreistin 23.apríl.

Nú verður søkt aftur. Hesa ferð er umsóknarfreistin 28.august.

Setanarsamrøður vera fyrstu vikurnar í september, og væntað verður, at nýggi landslæknin tekur við 1.november.  

Danskt málsøki

Landslæknin í Føroyum er danskt málsøki. 

Seinastu trý árini, síðani Høgni Debes Joensen gavst, hevur Henrik L. Hansen røkt landslæknaembætið. 

Karsten Hansen, sum var landsstýrismaður í heilsumálum í 2014, ætlaði at yvirtaka landslæknan. 

Men tað var tó av ongum, áðrenn val var í 2015.

Í løtuni eru ongar ætlanir um at yvirtaka málsøkið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221