Esben Lunde Larsen farin frá sum fiskimálaráðharri

Esben Lunde Larsen farin frá sum fiskimálaráðharri
Nýggjur fiskimálaráðharri verður Karen Ellemann, sum frammanundan umsitur javnstøðumál og norðurlandamál
Esben Lunde Larsen hevur verið undir hørðum trýsti í einum kvotumáli
Mynd: altinget.dk  
 
07.08.2017 - 15:24

Esben Lunde Larsen er farin frá sum fiskimálaráðharri í donsku stjórnini.

Tað kunnger forsætismálaráðið.

Fyri eitt samráð í umhvørvis- og matvørunevndini í fólkatinginum, sum skuldi vera hósdagin,  varð boðað frá, at Esben Lunde Larsen ikki longur umsitur fiskivinnumál í stjórnini. Hann heldur kortini fram at umsita umhvørvis- og matvørumál.

Nýggjur fiskimálaráðharri verður Karen Ellemann, sum frammanundan er ráðharri í javnstøðumálum og norðurlendskum málum.

Skuldi standa til svars í nevndini

Í samráðnum í umhvørvis- og matvørunevndini skuldi Esben Lunde Larsen standa til svars fyri skuldsetingar um at hava misbrúkt embætisverkið í einum máli um kvotur.

Fyrr í summar skjalprógvaði Berlingske, at Esben Lunde Larsen og embætisfólk hansara høvdu lagt eina ætlan fyri, hvussu ráðharrin kundi fáa tamarhald á einari nýggjari fiskivinnulóg, sum aðrir flokkar enn teir, ið styðja stjórnina, samtyktu í fólkatinginum í desember, skrivar Altinget.dk.

Málið kom undan kavi fleiri mánaðir eftir, at Esben Lunde Larsen hevði viðgingið, at hann hevði hildið fleiri uppskotum aftur fyri fólkatinginum, sum skuldu loysa kvotumálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040