Ov lætt at hvítta pening í danska ríkinum

Ov lætt at hvítta pening í danska ríkinum
Ein frágreiðing vísir, at 21 milliardir krónur verða vaskaðar í danska ríkinum m árið
 
08.08.2017 - 10:10

Alt ov lítið verður gjørt í danska ríkinum fyri at forða fyri, at pengar verða brúktir til at fíggja yvirgang.

Danmark, Føroyar og Grønland eiga at gera nógv meira enn nú fyri at forða fyri, at pengar verða hvíttaðir ella vaskaðir, sum tað eitur, og brúktir millum annað til yvirgang.

Tað verður staðfest í nýggjari frágreiðing frá altjóða felagsskapinum Financial Action Task Force, FATF. 

FATF var í Danmark í november í fjør og kannaði, hvussu peningastovnar og myndugleikar umsita málsøkið.

Gera ov lítið

Niðurstøðan er, at grundarlagið at virka á er í lagi, men alt ov lítið verður gjørt fyri at ansa eftir, at pengar ikki verða misbrúktir.

Sambært frágreiðingini verða 21 milliardir krónur vaskaðar í ríkinum um árið.

Hetta eru pengar, sum stava frá skattasviki, rúsevnasølu, menniskjahandli, bilstuldri, ránum, vápnasmugling og øðrum ólógligum gerðum.

Peningastovnar í Føroyum og Grønland eru undir danska Fíggjareftirlitinum.

FATF heldur eisini, at dómarnir fyri at vaska pengar eru ov linir í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659