Kommunurnar eiga einsamallar forskúlarnar

Kommunurnar eiga einsamallar forskúlarnar
Lógin um frískúlar verður broytt, sigur landsstýriskvinnan
Frískúlin Keldan í Skálafirði hevur sjálvur annar frískúli eisini forskúla.
 
23.08.2017 - 07:10

Kommunurnar bera einsamallar útreiðslurnar til læraralønir í forskúlunum, eisini í forskúlunum í frískúlunum.

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann.  

Bill Justinussen sigur, at tað er ikki greitt, hvussu forskúlar hjá frískúlum verða fíggjaðir.

Lógin tillagað

Lógin og viðmerkingarnar um lógina eru ikki nóg nágreiniligar hesum víðvíkjandi.  

Tí spurdi Bill Justinussen Rigmor Dam, um hon ætlar at fáa hetta í rætt lag. 

Rigmor Dam svarar, at hon ætlandi fer at gera nakrar tillagingar í frískúlalógini, har ávís viðurskifti verða gjørd greiðari. 

Tveir av trimum frískúlum í Føroyum hava forskúla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096