Størri játtan til Glasir aftur fyri tingið

bannari
Størri játtan til Glasir aftur fyri tingið
Nú verður mett, at skúladepilin í Marknagili fer at kosta 635,5 milliónir kr.
 
28.08.2017 - 07:47

Uppskotið um at hækka upphæddina í verklagslógini um skúladepilin í Marknagili 113,5 milliónir krónur er komið aftur í tingið.

Málið datt burtur, tá tingið fór í summarfrí.

87 milliónir krónur av teimum 113,5 milliónunum skulu nýtast at leggja út, til gerðarrætturin hevur tikið støðu til krøvini frá Landsverki móti TG Verki og tryggingarfelagnum AXA.

Hesar meirútreiðslur skulu gjaldast í ár og næsta ár.

Kravið frá TG Verki móti Landsverki er góðar 72 milliónir kr.

Hetta ger, at tað er ivasamt, um Landsverk fær viðhald í øllum sínum krøvum, so landið fær allar tær 87 milliónirnar aftur, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

50 mió. á eykajáttanarlóg

Í uppskotinum um eykajáttan, sum eisini er lagt fyri tingið, eru 50 milliónir krónur settar av til fíggjarligt útlegg, so skúlin í Marknagili verður gjørdur liðugur, hóast gerðarrættarmálið ikki er avgreitt. 

Landsverk sigur í einum uppriti til Mentamálaráðið, at tað er ikki sannlíkt, at gerðarrætturin kemur til nakra niðurstøðu, áðrenn skúlin verður tikin í nýtslu á sumri í 2018.

30 milliónir verða lagdar út frá september í ár, og 56,6 milliónir næsta ár.

Umframt tær 87 milliónirnar verður skotið upp at hækka verklagslógina 26,5 milliónir til undirvísingaramboð og flagtekju.

Talan er um undirvísingaramboð til teknisku útbúgvingarnar. Glasir heldur ikki, at amboðini í gamla Tekniska skúla í Havn kunnu nýtast í nýggja skúladeplinum.

Sostatt hækkar verklagslógin 113,5 milliónir krónur, og skúladepilin í Marknagildi verður nú mettur at kosta tilsamans 636,5 milliónir kr. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025