- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongan skund at broyta mistak í lógini um rúsevni
Danir hava ongan skund at rætta eitt mistak, sum kom í lógina um rúsevni, seinast hon varð broytt.
Tað er lógin, sum er galdandi í Føroyum.
Tað tekur tíð at fáa lógina broytta so ikki er neyðugt hjá fútanum at fara í Føroya rætt við hvørjum einasta sektaruppskoti, hóast tann, sum hevur fingið uppskotið, játtar seg sekan og vil gjalda sektina.
Hetta kom í lógina, seinast hon varð broytt.
Fútin hevur fyri langari tíð síðani gjørt vart við mistakið.
Spyr í januar 2016
Heilsu- og Innlendismálaráðið gjørdi vart við málið í Danmark fyrst í 2016, men enn er eingin lógarbroyting á veg, sæst í innliti, sum Útvarpið hevur fingið frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum.
Broytingin skal koma úr danska Løgmálaráðnum, tí lógin er donsk.
Hálvt annað ár eftir, at Heilsu- og Innlendismálaráðið heitti á danska myndugleikar um at broyta lógina, er einki uppskot komið úr Danmark.
Hetta var í mars í fjør.
Heilsu- og Innlendismálaráðið rykti eftir svari í apríl, mai og juni.
Svar í juni
Ikki fyrr enn tá, fyrst í juni í fjør, kom svar úr Danmark.
Danska Heilsumálaráðið svaraði tá, at tað hevði sama dagin biðið Løgmálaráðið siga sína hugsan um málið.
Fyrst í september spyr Heilsu- og Innlendismálaráðið aftur um málið.
Danska Heilsumálaráðið svarar, at tað hevur spurt í Løgmálaráðnum.
Tað svarar ein mánað seinni, fyrst í oktober, at tað svarar væntandi fyri árslok.
Nú er vit so í februar í ár. Enn eina ferð spyr Heilsu- og Innlendismálaráðið um málið.
Framvegis eingin broyting
Danska Løgmálaráðið arbeiðir framvegis við tí, er svarið úr danska Heilsumálaráðnum.
6.juni var fundur millum heilsumálaráðini í Føroyum og Danmark.
Tá varð upplýst, at Løgmálaráðið arbeiðir við fleiri loysnum.
Løgmálaráðið sigur nú, at neyðugt er at broyta rættargangslógina, tí talan er um revsing.
11.august spyr Heilsu- og Innlendismálaráðið aftur eftir málinum.
23.august svarar Heilsumálaráðið í Danmark, at tað hevur spurt Løgmálaráðið.
Og her er so málið nú.