Russland er vorðið størsti keyparin hjá Føroyum

Russland er vorðið størsti keyparin hjá Føroyum
Útflutningurin er broyttur eftir aldaskiftið. Nú eru aðrir stórir keyparar
Føroyar útfluttu fyri 4,2 mia. kr. í fyrra hálvári
 
04.09.2017 - 11:53

Russland er nú størsti keyparin av fiski úr Føroyum.

Fyrra hálvár keypti Russland úr Føroyum fyri 1,1 milliard krónur. 

Helvtin er laksur og síðani koma makrelur  og sild.  

Tað eru 27 prosent av øllum útflutninginum hjá Føroyum. 

Útflutningurin til Russlands er 332 mió. kr. størri fyrra hálvárið í ár enn í fyrra hálvári í fjør. 

Boykotta ikki

Føroyar eru ikki millum londini vestanfyri, sum lýstu handilsbann móti Russlandi fyri politikkin hjá landinum í Ukreina. 

Eitt langt lop er niður til Bretlands og USA, hagar Føroyar útfluttu fyri 440 mió. kr. til hvørt landið, sigur Hagstovan.

Kina er nú á sætta plássi. Kina keypti fyri 260 mió. kr. úr Føroyum fyrra hálvárið.

Turkaland, sum vit júst hava fingið fríhandilssáttmála við, er ikki millum tey 25 londini, sum keypa mest úr Føroyum.

Stórar broytingar

Eftir aldaskiftið eru stórar broytingar hendar í føroyska útflutninginum. 

Nógv tann størsta broytingin er øgiligi vøksturin til Russlands, men eisini til USA og Kina. 

Útflutningurin til Týsklands og Niðurlond er eisini vaksin nógv. 

Útflutningurin til londini, sum lógu ovast um aldaskiftið, tey vóru Danmark, Bretland, Italia, Spania og Frakland, er minkaður nakað, men er kortini enn í tí ovasta endanum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655