Nógvir íverksetarar við einari krónu stovna felag

Nógvir íverksetarar við einari krónu stovna felag
Møguleikin kom á nýggjárinum. Nú eru longu 68 íverksetarafeløg skrásett
Skráseting Føroya hevur longu skrásett 68 íverksetarafeløg.
 
12.09.2017 - 11:24

Næstan 70 íverksetarafeløg eru longu stovnað í Føroyum.

Fólk lótu sær ikki siga tvær ferðir, at á nýggjárinum seinast gjørdist møguligt at stovna felag í Føroyum bara við einari krónu í stovnfæi. 

Tað varð gjørt við at broyta vinnufelagslógina.

Nú eru skrásett 68 íverkasetarafeløg.

Tey fyrstu hálvan januar

Skráseting Føroya skrásetti fyrstu feløgini 16.januar. 

Eitt íverkstarafelag er eitt smápartafelag, sum hevur millum eina krónu og 49.999 kr. í stovnfæi. Tá stovnfæið er 50.000 kr. gerst talan um veruligt smápartafelag.

Men eitt íverksetarafelag hevur skyldu til at seta av ein fjórðing av møguligum yvirskoti hvørt ár til bundan tiltakspening til komið er upp í 50.000 kr.

Og eitt íverksetarafelag kann ikki luta út vinningsbýti fyrr enn tað eigur 50.000 kr.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373