Nógvur veingjasnigil kring Føroyar

Nógvur veingjasnigil kring Føroyar
Limacina er vanlig á okkara leiðum, men sjáldan í serliga stórum nøgdum
Hetta er ein veingjasnigil, ein limacina
Mynd: hav.fo  
 
20.09.2017 - 13:50

Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, hevur mánaðarskiftið august/september kannað plankton. Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. 

Eystanfyri og úti í Hetlandsrennuni var óvanliga nógv til av einum evarskum lítlum veingjasnigli, nevndur limacina. Limacina er vanlig á okkara leiðum, men sjáldan í serliga stórum nøgdum, skrivar Havstovan. 

(greinin heldur fram niðanfyri myndina)

veingjasnigil limacina

Størsta royndin var úr Hetlandsrennuni, har svørtu “kornini” eru skeljarnar hjá limacina-sniglum. (kelda: hav.fo)

Tá royndir við glúpi verða tiknir, er oftast mest reyðæti í.  Men á hesum túrinum var tað tó mest av limacina í fleiri royndunum eystanfyri.

Tað er ógreitt, hví so nógv er til av júst limacina í ár, men eins og á Landgrunninum, so hava gróðrarumstøðurnar helst verið serliga góðar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162