Hvat hugsa føroyingar um stjórnarskipanina?

bannari
Hvat hugsa føroyingar um stjórnarskipanina?
122 hoyringarsvar eru komin inn. Vit hava hugt uppá, hvat tey snúgva seg um
 
27.09.2017 - 13:51

Islam er tað, sum flestu føroyingar stúra fyri, nú vit skulu hava eina nýggja stjórnarskipan. Í øllum førum tey, sum hava ómaka sær at skriva eitt hoyringarsvar til løgmansskrivstovuna, nú uppskotið hevur verið til hoyringar.

122 svar eru komin inn og eini 100 av teimum eru frá vanligum borgarum.

Ein skjót gjøgnumgongd av hesum vísir, at tað sum føroyingar eru mest upptiknir av grein 12 um trúarfrælsi.

 

Flest øll vilja hava at tað verður staðfest, at Føroyar er eitt kristi land og fleiri vilja hava at islam verður bannað. Tað skal ikki vera loyvt at praktisera islam í Føroyum skriva fleiri í hoyringarsvari til stjórnskipanaruppskotið.

Her stendir millum annað: 

 

"Tað eigur at verða staðfest í okkara stjórnarskipan, at Føroyar eru ein kristin tjóð. Aðrir átrúnaðarligir bólkar kunnu væl vera í Føroyum, men ideologiir so sum islam, ið ikki bert er átrúnaður, men eisini ein politisk skipan, eiga at verða bannaðar í Føroyum."

 

"..tað skal standa í tí nýggju føroysku stjórnarskipanuni, at islam, sum er ein ónd religión og ideologi, ið mótarbeiðir kristindóminum og fólkaræði, ið okkara kristna samfelag byggir á, skal bannast í Føroyum og tað burdi sagt seg sjálvt fyri at vísa virðing fyri okkara forfedrum, sum hava bygt okkara land upp á tey kristnu virðini, ið er okkara grundarsteinur vit standa á og arvur, sum okkara eftirkomarar eisini skulla byggja víðari á!!!"

 

"Framtíðar trúðarfrælsi í Føroym má verjast, og tað gerst best við at forbjóða at Islam verður "praktisera".

 

Tað eru eisini viðmerkingar, ið vísa á, at tað er skeivt at geva kristindóminum og fólkakirkjuni eina serliga støðu. Tað verður havt á lofti, at fólkakirkjan ikki skal gera átøk í almenna rúminum, sum elva til at aðrar fatanir av kristindóminum verða niðurlagaðar. Tað verður eisini skotið upp, at tað skal standa í stjórnarskipanini, at ateistar ikki skulu forfylgjast. Rættiliga nógvar viðmerkingar eru um, at orðingin um støðuna hjá kristindóminum í okkara samfelag er ov veik og ógreið. 

 

Nummar tvey á listanum yvir, hvat føroyingar hava fyrihildið seg til, er sjálvt uppskotið - ein føroysk stjórnarskipan. 35 hava viðmerkt uppskotið meira yvirskipað og hesi skriv snúgva seg í stóran mun um, hví vit yvirhøvur skulu hava eina føroyska stjórnarskipan. 

 

Nummar trý er tilfeingið. 16 hava sent hoyringarsvar viðvíkjandi tilfeingi. Her eru millum annað nógvar viðmerkingar um, at orðingin “fólksins ogn” skal inn í greinina fyri orðingina “landsins ogn, at hugtakið fólksins ogn eisini skal fevna um kolveltni, landsjørð, sjófeingi, náttúrtilfeingi, firðir, áir og fossar. Skotið verður upp, at tað stendur meira ítøkiligt, at allir borgarar skulu hava javnbjóðis rætt til vinnuliga nýtslu av náttúrutilfeingi tjóðarinnar. 

Tað verður somuleiðis skotið upp, at umhvørvið fær sína egnu grein í stjórnarskipanini. Í greinini átti at staðið nakað um dálking, nátturvernd burðardyggleika, orku og náttúruvernd.

 

Stjórnarskipanin varð sum kunnugt løgd fram í tinginum í dag, men ongar broytingar eru framdar í uppskotinum, sum er borið í tingið, hóast nógv hoyringarsvar eru komin inn.

 

Øll hoyringarsvarini kunnu lesast her 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221